- Tað er ein framíhjárættur fyri meg at sleppa at gera eina grønlendska-føroyska orðabók.
Soleiðis sigur Elin Neshamar, sum fríggjadagin 21. februar trýstir á knøttin, soleiðis at fyrsta grønlendska orðabókin til føroyskt verður atkomilig hjá okkum øllum á netinum.
Elin Neshamar er sjálv uppvaksin í Grønlandi, soleiðis lærdi hon seg frá barnaárum grønlendskt. Hon hevur ein bachelor í grønlendskum máli, bókmentum og miðlum, og hon hevur mest sum altíð fingist við tulking og týðing.