Hon telist millum størstu føroysku listafólkini, og eitt nú høvdu bæði Mikines og Janus Kamban stóra virðing fyri henni. Og 26. juli eru 100 ár liðin, síðani Elinborg Lützen varð fødd.
Elinborg Lützen, sum leingi var einasti føroyski grafikarin, fór í 1937 til Keypmannahavnar, har hon næm sær útbúgving á Tegne- og Kunstindustriskolen for Kvinder. Um hetta mundi búði hon saman við listarmanninum Sámal Joensen Mikines, sum hon giftist við í 1944, Í 1947 flytur Elinborg Lützen aftur til Føroya, og í 1952 verða hon og Mikines skild.