Orðið hermeneutikkur er grikst orð og merkir at tulka ella umseta.
Vit menniskju tulka og analysera, javnt og savnt, alt og øll og alt rundanum okkum, men við hermeneutikki kunnu vit analysera okkara tulkingar.
Okkara tulkingar hava vit úr okkara samtíð, tí vit hava felags fatanarkarm.
Fra tíð til aðra spyrja fólk ymiskar spurningar til ein tekst og soleiðis er ein tekstur livandi og kann geva ymisk andsvar.
Men ein tulking er ikki betri enn ein onnur.