Árni Jóhan Petersen, adjunktur og ph.d. lesandi á Setrinum hevur gjørt eina lítla forkanning á stórum privatum, føroyskum virkjum, um hvørt og hvussu nakrar stórar, privatar fyritøkur nýta fíggarliga samsýning ella bonusskipanir.
Fíggjarlig samsýning verður millum annað nýtt at løna starvsfólk fyri eitt nú eyka avrik ella eyka ábyrgd, serliga við tí endamálið at fáa sum mest burturúr.