- Vit hava ongantíð veruliga greitt mótmælt, at ein hernaðarútbygging er farin fram. Tað er myta, at ein meirluti hevur verið ímóti NATO; tað passar yvirhøvur ikki.
Soleiðis sigur Sámal Tróndur Finsson Johansen, søgufrøðingur, sum skrivaði frágreiðingina Føroyar í kalda krígnum.
Føroyar vóru ein týðandi partur í Nato, og høvdu stóran strategiskan týdning í kalda krígnum. Nú er týdningurin minkaður, tí geopolitiska sentrið hevur flutt seg. Kortini vísir tað seg, at áhugin fyri Arktis økist, og tí kunnu Føroyar aftur fáa størri týdning, sigur hann.