Føroyskir mynduleikar hava í nógv ár arbeitt við at fáa betri samstarv í lag við danskar mynduleikar um verju- og hernaðarmál. Eitt týðandi stig, varð sambært Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttanríkismálum, tikið í 2005, tá Fámjinsskalið var undirskrivað. Hetta álegði donskum mynduleikum um at kunna føroyskar mynduleikar um verjmál, og at taka føroyskar mynduleikar við uppá ráð, tá avegerðir um verju- og hernaðarmál skulu takast, sum hava við Føroyar at gera. Men danskir mynduleikar hava í roynd og veru ongantíð virt hesa avtaluna, heldur landsstýrismaðurin.