- Eg eri ógvuliga ovfarin av, at so nógv forløg vitja. Eg giti, at tey kenna ikki so nógv til føroyskar bókmentir, men helst er tað júst tí, at tey eru so áhugað.
Tað sigur Urd Johannesen, leiðari í Farlit, sum hevur til endamáls at breiða føroyskar bókmentir út í heim. Í hesum døgum er stórt mentanarátak í París, har millum annað føroyskar bókmentir verða vístar fram, og næstan 20 forløg sýndu stóran áhuga.
Jóanes Nielsen, rithøvundur, hevur nýliga givið út Glasbílætasamlararnir á fronskum. Tað eru bara heilt fáir føroyskir høvundar týddir til franskt.