- Hetta er væl skrivað, tað er spennandi og riggar væl á føroyskum, sigur Anny Poulsen, hungursleikafjeppari.
Sama dag sum nýggja bókin í røðini Hunger Games kom út á enskum og øðrum málum um allan heim, kom hon eisini út á føroyskum máli.
Tað hevur verið ein heilt serstøk uppliving hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hevur skrivað undir eina rúgvu av skjølum um tagnarskyldu, eins og Bergur hevur skrivað fleiri kotur fyri at sleppa til ógvuliga loyniliga handritið.