- Eg fekk søgurnar og kvæðini við mær úr Skúgvi.
Hann er uppvaksin í Skúgvi, haðani hann fekk nógv við sær. Hann gavst at lesa, tí ungdómsuppreisturin kom í vegin. Hann tók útbúgving sum sjúkrahjálpari og hevur arbeitt bæði í røktarheimum og pleygudeild, meðan hann hevur fingist við at skriva.
Hanus Kamban hevur skrivað mangt og hvat, men hansara mest krevjandi verk eru stóru ævisøgurnar um Hans Andrias og Janus Djurhuus, ið tilsamans hava tikið eini 20 ár at skriva.