Seinrapartin í farnu øld stóð illa til í spanska býnum Bilbao. Í Bilbao, sum upprunaliga var ein fiskivinnubýur, var stórt arbeiðsloysi og býurin var um at fara av knóranum.
Men so varð avgjørt av byggja Guggenheimsavnið - ein bygningur, sum hevur vent gongdini í Bilbao, og sett býin á heimskortið, tá talan er um arkitektur, list og mentan.
Í 1991 verður farið undir byggingina, og í 1997 verður snórurin til Guggenheimsavnið í Bilbao klipptur.