Look North, sum er fyritøka við eini 16 starvsfólkum, framleiðir vørur úr ymsum sløgum av plasti - eitt nú kassar til ali- og fiskivinnuna, bjálving og flot, gonguristir til aliringar, proppar, inngongur til krabbarúsur, ferðaminnislutir og eisini ger fyritøkan skornar plastlutir, eitt nú búmerkir, jólapynt og aðrar prýðislutir.
Eitt sum er serligt við fyritøkuni er, at hon leggur seg eftir støðugt at menna seg og at menna nýggjar vørur. Hetta hevði eisini við sær, at stjórin í fyritøkuni Árni Skaale, gjørdist ársins íverkseti á íverksetanardegnum í 2017.