- Fleiri stór ríki gingu undir, og nýggj lond komu fram. Vinnandi partar býttu heimin millum sín og skaptu landamørk, sum skaptu konfliktir, sum eru kyknaðar aftur í dag, sigur Hans Holm, landafrøðingur, sum kortleggur avleiðingarnar av fyrra verðinskríggi.
Tann 11. november í 1918 klokkan 11, skrivaðu stríðandi partarnir í fyrra heimsbardaga undir eina vápnahvíld, sum á pappírinum endaði fyrra verðinskríggj.