"Ingen vej tilbage" er heitið á nýggjari sjónvarpsrøð, sum Andrias Høgenni, føroyskur filmsleikstjóri, hevur leikstjórnað og skrivað saman við Anton Breum og Andrea Winding.
Røðin verður at síggja á DR3, á DRTV, fríggjadagin, og er í níggju pørtum, sum eru um 15 minuttir til longdar.
Higartil hevur røðin fingið góða móttøku, tí bæði Filmmagasinet Ekko og Soundvenue hava givið røðini 5 av 6 stjørnum, og skýra Andrias Høgenni at vera eitt "stortalent".