- Øll áttu útvarpið, og øll vóru góð við útvarpið.
Tað sigur Marius Rein, sum nógv tey fyrstu árini var teknikari í Útvarpinum.
Vit settu Mariusi stevnu á Bryggjubakka, har hann minnist aftur á gomlu hølini, ið vekja góð minni.
Sum teknikari var hann ofta noyddur at vera kreativur, og slíkt sum effektir, máttu tey bara at gera sjálv.
- Her var ein serligur pionerandi, staðfestir Marius.
Hoyr alla samrøðuna við Marius Rein her.