Dansival

Gestur í Dansivali er Anna Elisa Jacobsen


Listen Later

Liggingarferðin var ofta havd á gólvið í Vága Dansifelag áður, men nú eru fleiri ár síðani, at tey kvóðu vísuna, sum Olivar á Ryggi yrkti í 1933. Hans Christoffer Joensen, í Miðvági, skipaði hana. Vísan er prentað í yrkingasavninum, sum Dagblaðið gav út í 1984. Levi Niclasen legði savnið við yrkingum hjá Olivari til rættis.
Jón Joensen, í Bø, skipar Grindavísuna og Jónvør Joensen, í Sørvági, skipar Flóan Bænadiktsson.
Anna Elisa Jacobsen, sum býr í Miðvági, hevur altíð havt áhuga fyri føroyskum dansi og er nevndarlimur í Vága Dansifelag.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

DansivalBy Kringvarp Føroya