E-nám er eitt samstarv millum Fuglafjarðar skúla, Skúlan við Streymin og Stranda skúla um 10. flokk, og talan er um samstarv, ið umfatar fleiri tilboð til næmingarnar.
Ein av møguleikunum, ið stendur næmingunum í boði, er sangleikabreytin, sum hesuferð telur 45 næmingar úr 10. flokkunum. Og tað eru júst hesir næmingar, sum í hesum døgum framføra sangleikin Grease í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Tú kanst hoyra frásøgnina her!