Vit hava sett sálarfrøðing, retorikara og umboð fyri veðurlagsverkfallið saman at greina og viðgera, hvat hendan unga gentan umboðar, og hví hon vekir so sterkar kenslur í fólkum.
Ein 16 ára gomul svensk genta hevur eftir øllum sólarmerkjum at døma fingið fólk at kjakast um veðurlagsbroytingar við eldhuga. Ella hevur hon tað? Vilja fólk heldur viðgera hana, enn taka støðu til veðurlagsbroytingarnar?
Suni Poulsen, sálarfrøðingur, Eydna Skaale, retorikari, og Elsa Berg frá Ringrás taka støði í røðuni, sum Greta Thunberg helt á veðurlagsráðstevnuni í vikuni.