Sign up to save your podcastsEmail addressPasswordRegisterOrContinue with GoogleAlready have an account? Log in here.
Grundskeiðið í gudfrøði snýr seg um grundleggjandi sannleikar í kristnu trúnni, lagdir fram á ein einfaldan, skjótan hátt, sum er lættur at minnast. Upptøkurnar verða gjørdar í Filadelfia í Gøtu. Ti... more
FAQs about Grundskeið í gudfrøði:How many episodes does Grundskeið í gudfrøði have?The podcast currently has 6 episodes available.
November 03, 20236. spurningur - Hvussu kunnu vit dýrmeta Gud?Vit dýrmeta Gud við at njóta hann, elska hann, líta á hann og við at vera vilja, boðum og lógum hansara lýðin.Tú skalt tí nú elska HARRAN Gud tín og halda tað, ið Hann sigur við teg at halda - lógir, fyriskipanir og boð Hansara - allar dagar. (5. Mósebók 11:1)Undirvísari: Arni Zachariassen. Upptikið í Filadelfia, hóskvøldið 2. novembur 2023....more19minPlay
October 23, 20235. spurningur - Hvat annað skapti Gud?Svar: Gud skapti allar lutir við megini í orði sínum, og alt skaparverk hansara var sera gott; alt treivst soleiðis, sum tað skuldi, undir umsorgan og harradømi hansara.Og Gud sá alt tað, ið Hann hevði gjørt - og tað var sera gott. (1. Mósebók 1:31a)Undirvísari: Arni Zachariassen. Upptikið í Filadelfia, hóskvøldið 19. oktobur 2023....more16minPlay
September 29, 20234. Hvussu og hví skapti Gud okkum?Gud skapti okkum í mynd síni, bæði kallkyn og kvennkyn, at kenna hann, elska hann, liva saman við honum og dýrdargera hann. Og tað er rætt at vit, sum skapt vórðu av Gudi, liva, honum til dýrd.So skapti Gud menniskjuna í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey. (1. Mósebók 1:27)Upptikið 28. septembur 2023 í Filadelfia í Gøtu. Arni Zachariassen undirvísur. ...more14minPlay
September 21, 20233. spurningur - Hvussu nógvir persónar eru í Gudi?Svar: Tríggir persónar eru í tí eina sanna og livandi Gudi: Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin. Teir eru meinlíkir í náttúru, javnlíkir í megi og dýrd."Náði Harrans Jesu Krists, kærleiki Guds og samfelag Heilaga Andans veri við tykkum øllum!" (2. Korint 13:13)Upptikið í kjallaranum í Filadelfia, hóskvøldið 21. septembur 2023. Arni Zachariassen undirvísur. ...more17minPlay
September 14, 20232. spurningur - Hvør er Gud?Svar: Tað er Gud, sum hevur skapt øll og alt, og heldur øllum, hann hevur skapt, uppi. Hann er ævigur, óendaligur og óbroytandi í síni megi og fullkomleika, góðsku og dýrd, vísdómi, rættvísi og sannleika. Einki fer fram uttanum hann og uttan so, at hann vil tað.Arni Zachariassen undirvísti í Filadelfia, 14. septembur 2023....more21minPlay
September 07, 20231. spurningur - Hvør er einasta vón okkara í lívi og deyða?Svar: At vit ikki eru okkara egnu, men at vit, bæði kroppur og sál, í lívi og deyða, hoyra Gudi og frelsara okkara, Jesusi Kristi, til. Eingin av okkum livir sær sjálvum, og eingin doyr sær sjálvum. Liva vit, so liva vit Harranum, og doyggja vit, so doyggja vit Harranum; annaðhvørt vit tí liva ella doyggja, hoyra vit Harranum til. (Róm. 14:8)Undirvísari: Arni Zachariassen. Upptikið í Filadelfia, hóskvøldið 7. septembur 2023....more14minPlay
FAQs about Grundskeið í gudfrøði:How many episodes does Grundskeið í gudfrøði have?The podcast currently has 6 episodes available.