At byrja leikin við jarðarferðini riggar sera væl, siga Ria Tórgarð, sjónleikari og leikstjóri, og Birna Heinesen, dramaturgur, millum annað í ummælinum av leikinum Hamlet, ið Det Ferösche Compagnie hevur tikið stig til.
Hetta er ein stórsligin uppseting, sum setur stór krøv til leikararnar, sjálvur pallurin eru framúr - ella pallarnir, tí spælt verður um alt húsið, samstundis sum hetta eisini gevur áskoðaranum møguleika at uppliva arkitekturin í Norðurlandahúsinum á ein øðrvísi hátt.
Tú kanst hoyra ummælið av Hamlet her!