Í morgun byrjaði FM fyri handverkslærlingar í SMS, har nýggju lærlingar kappast innan handverksfakini timbur, el og hárfríðkan.
Kappingin hevur millum annað sum endamál at varpa ljós á, týdningin av tí góða handverkinum.
Kappingin heldur fram í morgin, og vinnararnir verða heiðraðir í morgin klokkan fimm.
Vit vóru ein túr í framvið kappingina og tosaðu við nakrar luttakarar um uppgávurnar, og hví tey hava valt at læra til antin elektrikara, timburmann ella hárfríðkara.