Nón

Helgi hevur skrivað søguna hjá Runavíkar kommunu


Listen Later

Helgi Jacobsen hevur skrivað ikki færri enn 17 bøkur, síðan hann gavst sum journalistur fyri 15 árum síðan.
- Hetta er eitt arbeiði, sum øll onnur. Eg fari til arbeiðis klokkan átta um morgunin, og so arbeiði eg sum oftast til klokkan fýra, sigur Helgi Jacobsen, tá ið hann verður spurdur, hvussu hann hevur skipað seg hesi árini.
Nú er útkomin bókin Av tinghellu á Førjaklettin, har søgan hjá Runavíkar kommunu verður lýst á 1240 síðum í trimum bindum. Bókin var løgd fram á mentanarvikuni í Runavíkar kommunu.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

NónBy Kringvarp Føroya