- Um tú vil hava eina mynd av onkrari hending, so er bara at siga til!
89 ára gamla Henny Egholm er komin í metbókina fyri at eiga størsta privata myndasavnið í Føroyum. Eftir øll veggjum, hillum og á reolum, standa myndabøkur við myndum frá einum heilum lívi.
Hvussu nógvar myndir, talan er um, er óvist, men tað man tátta upp móti 40.000 myndum, heldur hon sjálv. Og skrivað er á hvørja ta einastu mynd, hvar og nær, hon er tikin, og hvør er á myndini.
Myndirnar eru av fólkum, vinum, vinkonum, skúlum, ferðum og annars hendingum.
Vit vóru á gátt hjá Henny og Børga.