Nón

Hjartablóðið hjá Øssuri


Listen Later

- Tað er lívsneyðugt fyri meg at úttrykkja meg við list og tónleiki. Tað er mín máti at liva og yvirliva uppá, sigur Øssur Johannesen.
Hann hevur arbeitt við list í meira enn 30 ár, og í hesum sambandi er bók komin út við hansara lívsverki. Listabókin um Øssur Johannesen er á tremur við provokerandi list. Í bókini eru myndir av tekningum, málningum og grafikki frá 1984 og fram til í dag, og viðhvørt er tað sum at fáa nevan beint frammaná.
Bókin er 200 síður og kemur út fyrsta dagin. Hoyr alla samrøðuna við Øssur Johannesen her.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

NónBy Kringvarp Føroya