"Sóleyan lýsir um fløtur" er yrking hjá Jens Paula Heinesen, pápa Elina. Jens Pauli yrkti hana í 60-árunum, tá kalda kríggið herjaði, men bulurin í yrkingini er kortini ein náttúrulýsing um sóleyuna, ella sóljuna, sum ikki letur seg ávirka av støðuni og blómar ár um ár.
Nú er lagið til "Sóleyuna", sum Elin gjørdi fyri 10 árum síðani, skipað fyri symfoniorkestur og kór. Hetta er samstundis fyrsta tónleikaverkætlan, sum er fíggjað eftir hópfíggingarleistinum.
Hoyrið her Elina greiða frá nýggja verkinum.
(Mynd: Elin B. Heinesen)