Stóra samrøðuevnið, tá ið talan er um skiftisár, er hormonviðgerð. Leingi hevur verið frárátt, at kvinnur taka hormonir, tí gomul gransking vísti á øktan vanda fyri bróstkrabba. Skal mann so tora ella ikki?
Diana Reynstind, serlækni í kvinnusjúkum, greiðir frá hormonviðgerð, og Turið Horn, Theresa Thuridardóttir Kreutzmann og Óluva Klettskarð í panelinum hava so avgjørt eisini eina hugsan um hetta.