- Tað var rein tilvild, at eg gjørdist rithøvundur.
Tað sigur Sólrún Michelsen, sum nú gevur út sína triðju skaldsøgu, Ein táttur er silvur.
Talan er um eina søguliga lagnuskaldsøgu, har Sólrún tekur útgangsstøði í sínari egnu familjusøgu, men annars bryggjar víðari og skapar eina spennandi søgu.