- Omma savnaði alla familjuna til morgunmat leygardag, og har bleiv dúgliga kjakast. Sum eg minnist tað, var nærum eingin semja tvørtur um borðið. Tað bleiv kjakast hart, uttan at nakar gjørdist óvinir. Tað hevur lært meg ikki at ræðast konfliktir.
Ruth Vang er nýggja forkvinnan í Framsókn, og hon hevur sett sær fyri at bera arvin eftir Poul Michelsen víðari við virðing fyri grundvirðunum hjá flokkinum. Frælsi stendur ovast í skjøldrinum hjá nýggju forkvinnuni í Framsókn. Hetta frælsi sigur hon seg hava frá uppvøkstrinum og frá rembingunum í kalda krígnum í 1970- og 80-árunum.