- Mær dámar væl at halda smáar veitslur, har tann góða samrøðan fer fram.
Pál Weihe er brúktur í alskyns samanhangum hesa tíðina, síðan korona-virussið kom til landið. Hann hevur verið okkara "húslækni" her í kringvarpinum, hann er partur av koronaráðgevingini, hann hevur ráðgivið almennum stovnum og vinnulívi, og sum leiðari á deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu stendur hann eisini fyri ymsari gransking í korona-smittuni.
Pál Weihe var hósdagsgestur í Nón, har vit royndu at tosa um annað og meira enn korona.