– Eg havi altíð verið kvinna í eini mannfólkaverð. Eg havi upp á mín máta roynt at slóðað fyri javnstøðu, men eg fari ikki at gera serligar lógir fyri at kvinnur skulu sleppa framat. Eg eri av tí áskoðan, at man skal eggja kvinnum at royna seg.
Nakað soleiðis sigur Elsebeth Mercedis Gunnleyðsdóttir, sum nú er nýggj landsstýriskvinna í almannamálum, har hon millum annað skal umsita javnstøðumál.
Hoyr prátið við Elsebeth, har vit tosa um hennara navn, hennara bakgrund, uppvøkstur og virði sum menniskja og politikari.