- Eg haldi, at hetta hevur verið ein serstakliga áhugaverd uppliving. Tað hevur givið íblástur at hava so góðar lærarar og arbeiða saman við so nógvum góðum næmingum.
Soleiðis sigur Katrina Olsen, sum hevur fingið fyrra árið á tónlistabreytini á Diplomútbúgvingini í listaligum arbeiði.
Útbúgvingin er eitt bland millum tað verkliga og ástøðiliga, og í hesum innslagnum hoyra vit eitt lítið verk, sum Katrina hevur gjørt, ið kallast Volapyk.
Vit hoyra eisini Lív Mariu Róadóttur Jæger og Bergur Djurhuus Hansen, sum varða av útbúgvingini, sum er komin fyri at vera.