60 prosent av teimum ungu, lesandi føroyingunum fara út í heim at nema sær útbúgving. Av teimum kemur einans helvtin heimaftur. Orsøkirnar eru nógvar: Vantandi útbúgvingarmøguleikar, vánalig bústaðarviðurskifti, og eitt samfelag, sum er ov maskulint. Í sendingini spyrja vit: Hvat kunnu vit gera, til tess at fáa unga, lærda fólkið heimaftur?