- Vit halda, at Vencil hevur tænt fyri seg.
Tann tjúgundi Vencil gjørdist tann síðsti.
Skaldskapartíðarritið Vencil hevur fevnt um stytri skaldskap, bundnan og óbundan, og hevur annars umrøtt nýggjari skaldskap í Føroyum.
Hann er útkomin síðan 2006, og ritstjórarnir hava frá fyrsta degi verið Oddfríður Marni Rasmussen og Arnbjørn Ólavson Dalsgarð.
Kom í ervi saman við stovnarunum báðum.