Tað eru 60 ár liðin, síðan NATO av álvara fór undir at útbyggja støðina í Sornfelli.
Sprongt og borað varð inni í fjallinum, sum varð útbygt til eina herstøð við radarum og øðrum, sum vóru týdningarmikil partur í samskiftinum hjá NATO-londunum og ein partur av ávaringarskipanini hjá vesturheiminum undir kalda krígnum.
Eitt tíðarskeið arbeiddu 180 mans inni í fjallinum, sum hevur tilsamans er eini 800 fermetrar til støddar.
Ein teirra var Niels Boje Christensen, seniorsersjantur. Vit fóru við Boje aftur til Sornfelli, har hann hevði sína gongd í 40 ár.