Jóla- og nýggjárssendingar

I Want to be Kind - Teitur - útgávukonsert


Listen Later

Teitur kom fyrr í ár við útgávuna “I Want to Be Kind”, sum er hansara fyrsta solo-útgáva síðani 2013. Á útgávuni eru umframt løg, Teitur sjálvur hevur skrivað, eisini løg hann hevur skrivað saman við tónleikarum ymsa staðni frá í heiminum - Argentina, Týskland, USA og Danmark. Síðani útgávan kom, hevur Teitur verið á ferð við nýggja tilfarinum, og í november í ár var útgávukonsert í Tvøroyar kirkju. Við sær á Tvøroyri at hjálpa við sangi og spæli, hevði hann Leu Kampmann, Onnu Sofía Jørgensen og Biritu Dam. Lagt til rættis: Carsten Macdonald Arnskov.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

Jóla- og nýggjárssendingarBy Kringvarp Føroya