Jambalaja snýr seg hesa vikuna um Marty Stuart, sum í hesum døgum hátíðarheldur, at tað eru fimmti ár síðani hann byrjaði at spæla professionelt, og trýati ár síðani hann varð innlimaður í Grand Ole Opry. Marty Stuart hevur stórar ætlanir um at gera eitt stórt savn fyri countrytónleik í tilknýti til gamla Ellis Theatre í heimbýnum, Philadelphia í Mississippi.