Havnakvinnan Laufey Blaasvær hevur sera greiðar meiningar í javnstøðuspurningum. Tá fólkið herfyri skuldi teljast í Manntal, helt hon tað vera nógv fyri, at orðið Fólkatal ikki varð nýtt. Laufey sigur, at hon sum kvinna krevur at kenna seg aftur í tungumálinum, ið er rættiliga maskulint. Tá prátið kemur inn á fyrimyndir, hava Astrid Lindgren og Pippi eitt serliga bjart pláss í hugaheiminum hjá Laufey Blaasvær.