Nón

Jenny Petersen fer ongan veg


Listen Later

- Eg eri sjálvsagt hørm um støðuna, men eg má royna at halda fokus á tær uppgávurnar, eg havi.
Soleiðis sigur Jenny Petersen, stjóri á Tjóðpalli Føroya, sum óviljað er vorðin høvuðsleikarin í leiklistastríðnum, sum hevur tikið seg upp.
Ein leiklistafylking er stovnað, har 22 leiklistafólk hava tikið seg saman um eitt mál: At fáa setanina av stjóranum á Tjóðpallinum at ganga umaftur og fáa verandi stjóran frá.
Jenny Petersen varð í februar sett til stjóra fyri fjórðu ferð upp í slag, og tað hevur fingið partar av leiklistafólkunum í Føroyum at siga stopp.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

NónBy Kringvarp Føroya