- Heilt erligt, so føli eg tað bara, sum eri eg eitt millumlið millum vanlig fólk og vísindafólk.
Jens-Kjeld Jensen, sum vann umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins, hevur ikki hug at gera so nógv burtur úr sær sjálvum. Hann yndar at kalla seg ein danskan kokk ella ein fremmandaarbeiðara í Nolsoy.
Vit hittu Jens-Kjeld Jensen í hansara arbeiðsrúmi í Nólsoy, har hann kennir seg heima millum útstappaðar fuglar, mýs og lýs.
Vit spurdu eisini Jens-Kjeld Jensen, hvat djór hann vildi verið, um hann skuldi valt.
Hoyr alla samrøðuna her.