Fyri tveimum árum síðani hittust Jóhannes Juul Olsen, sum í USA verður róptur Joe, og Benjamin Jacobsen í Napa í Kalifornia. Jóhannes Juul ivaðist í, um Benjamin var føroyingur, tí teir byrjaðu við at tosa enskt. Men tað vísti seg, at báðir eru føroyingar og teir hava verið vinmenn síðani. Jóhannes Juul hevur búð í USA í 51 ár og Benjamin í 21 ár.
Hoyrið her sendingina, har vit millum annað tosa við teir báðar um munir á Føroyum og USA, hví teir búgva har, sum teir búgva, hvat teir arbeiða við og hvat ið San Francisco er fyri ein býur.