- Viðurkenning kemur og fer, men eg veri verandi her.
Tað koyrir bara hjá Jóhan Martin Christiansen í løtuni. Í vikuni fær hann handað Talentprísin hjá Carl og Anne Marie Nielsen, hann hevur fingið starvsløn frá Statens Kunstfond fyrr í ár, og hann fekk eitt árs starvsløn frá Mentanargrunninum.
Nú hevur hann framsýning í Steinprenti, har tilfarið hevur stóran týdning eitt nú stál, gips og pappír. Framsýningin kallast Tell it to my heart.