Ein av teimum heilt eyðkendu røddunum í útvarpinum er um at rigga av. Jóhann Mortensen hevur starvast í Kringvarpi Føroya í 36 ár, og nú hann er farin um tey sjeyti, er hann farin úr fasta starvi sínum.
Men hann er framvegis líka virkin; venur mestum hvønn morgun, gongur túrar, hevur bát, fiskar á vøtnum, er formaður í Bústøðum og hevur yvirhøvur ilt við at sita stillur.