
Sign up to save your podcasts
Or


Tá ið ein er uppvaksin við, at samkyndleiki er synd og sinnissjúka, er frægast at goyma seg í skápinum sum longst. Tá ið tættasta familja hinvegin alment spillir, spottar og samanber eins samleika við djór, ið skulu skjótast, fyri ikki at smitta “sjúkuna” víðari, er torført ikki at gerast ávirkaður. Gestavertur hesuferð er Sjúrður Jakobsen, 26 ára gamal, samkyndur og júst komin út fyri sínum nærmastu. Lurtið við, tá ið Laila og Sjúrður práta um hetta svára evnið.
Gestavertur hesuferð er Allan Olsen. Hann býr saman við konuni og børnum teirra. Umframt hetta lesur hann námsfrøði á Setrinum. Tá ið dóttur teirra varð fødd við sjúkuni 22q11 broyttist tilveran, og Allan fór í barsil í 1 ár við dóttrini. Lurtið við, tá ið Allan greiðir frá um 22q11, barsilstíðina og at lesa námsfrøði sum maður.
.“Eg hevði viljað tikið byrðuna á meg”, ein kensla í helst flestu foreldur kenna, tá ið børnini stríðast ella eru sjúk. Hvussu er so, tá ið barnið hevur eina kroniska sjúku? Cystisk Fibrosa er ein hervilig arvalig sjúka, ið merkir lív og gerandisdag, hjá teimum ið hava sjúkuna. Gestavertur hesuferð er Linda Næss Johannesen, ið er mamma Jón, sum er 4 ára gamal og livir við sjúkuni.
Tað sigst, at tann størsta sorgin, ið ein kann ímynda sær er, at missa barn sítt. Bjørga Sivertsen, ið er sterkari enn flestu onnur, greiðir í hesum rørandi parti frá teirra hørðu og sárbæru lagnu, tá tey mistu dóttur teirra Oliviu.
Gestavertur hesuferð er Anita Hentze Hardlei. Anita býr saman við sjeikinum og døtrunum Jónu Sól og Vón. Jóna Sól hevur Down Syndrom og snýr prátið seg um lívið sum mamma at barni við Down Syndrom. Hvørjir eru fyrstu tankarnir, tá ið ein fær at vita, at barnið hevur Down Syndrom? Hvussu merkir tað gerandisdagin? Anita tosar um, hvussu hon í dag, er glað fyri at vera mamma Jónu Sól, og hvussu Jóna Sól hevur lært hana um fjølbroytni og kærleika - og hon leggur dent á, at hon kundi ikki yngst sær lívið ørðvísi.
Gestavertur hesuferð er Cecilia, ið eisini er kend sum "Fíggjarligt frælsi" á Instagram. Hvør er kvinnan handan diskokúluna? Hvørjar tankar gjørdi hon sær um vangan og hvørjar eru ætlanirnar frameftir? Lurta við, tá ið Laila, Marin og Cecilia práta um alt frá fíggjarviðurskiftum til blanda bomm.
Krákan og Grísurin eru aftur. Nýtt ár - nýggj spennandi sesong við nógvum áhugaverdum gestavertum, evnum og samrøðum. Lurta við í fyrsta parti, har Laila og Marin hugleiða um jólini, nýggjári og mál, væntanir og ætlanir fyri nýggja árinum, samt framtíðini hjá poddinum.
Hesuferð svara Laila og Marin spurningum, ið lurtarar hava skrivað. Tær tosa m.a. um fosturtøku, fyrstu ferð tær høvdu sex, at fara frá at hava eitt til tvey børn og annað! Lurta við og hoyr hvussu tær svara tykkara spurningum.
Hví velur ein at góðtaka, forsvara og verða í einum parlagi, ið er ósunt? Hesuferð tosa Laila og Marin við sálarfrøðing Esther Djurhuus um ósunn parløg, Stockholm Syndrom, harðskap og mangt annað! Tær koma við mongum hugleiðingum og Esther kemur við síni fakligu vitan innan økið!
Hevur uppvøkstur ávirkan á hvønn maka ein velur? Hvat hava vit lært av okkara uppvøkstri og fyrrverandi parløgum, hvussu sæst hetta aftur í, hvussu vit uppala okkara børn? Hava vit “daddy-issues” ella vánaligan smak av monnum? Lurta við, tá ið prátið snýr seg um familjuviðurskifti, parlag og uppaling.
From the publisher's feed