Jonn Hansen, søgufrøðingur, sigur okkum hvar og hvørji krígsminni eru at finna í Føroyum. Og krígsminnini eru nógv í tali, serliga í Vágum, við Skálafjørðin, á Eiðiskolli, í Havn, í Sandoynni, í Froðba og í Vági. Harumframt eru smærri krígsminni at finna aðrastaðni í landinum.