Kristina Gry Berg er uppvaksin í Havn, men flutti við familjuni til Fuglafjarðar í 2007.
Hon hevur lisið Enskt og Heimspeki á Lærda Háskúlanum í Odense, og undirvísti í fleiri ár á Handilskúlanum og Studentaskúlanum á Kambsdali umframt á Tekniska skúla í Klaksvík.
Í 2014 bleiv Kristina leiðari fyri Mentannarhúsið í Fuglafirði, og síðan 2016 hevur hon starvast sum leiðari á Kunningarstovuni í Fuglafirði.
Seinastu tvey árini hevur Kristina verið forkvinna í nevndini hjá Demokratia, sum arbeiðir fyri at økja um talið av kvinnum í bæði landspolitikki og kommunupolitikki.
Eyðfinn Jensen er vertur.