Nógvar broytingar henda í kvinnukroppinum í skiftisárum, og fleiri kenna á sær, at tær ikki orka tað sama, sum tær gjørdu áðrenn, og at trupult er at halda vektina, har hon plagar at vera.
Katrin Rubek Nielsen er serlækni og diplomlækni í ítrótti, og hon greiðir frá tí, sum gongur fyri seg. Og eftir tað tekur panelið yvir, og tær eru í hesum partinum Eir í Ólavstovu, Bjørt Samuelsen og Barbara Holm.