Kynsdiskriminatión og javnstøða millum kynini er evnið, sum á hesum sinni verður viðgjørt í PolEtikk. Evnið verður viðgjørt gjøgnum tríggjar høvuðsspurningar. Teir fyrstu tríggir partarnir innihalda hvør sín høvuðsspurning, og tað er tískil lætt at lurta eftir kjakinum í trimum pørtum ella øllum í senn.
Í fyrsta parti seta vit spurningartekin við, um vit hava javnstøðu millum kynini, og hvørjir ójavnarnir eru. Eisini verður m.a. nomið við, um kvinnudominerað størv eru minni vird enn mannfólkadominerað størv, og um kynsnormar eru ja- ella neiligir.
Við pallborðið at kjakast um fyrsta spurningin eru Bjørt Lind, Lív Patursson og Arni Zachariassen.