Nón

Lærarar og lesandi á Sorbonne stóran áhuga fyri føroyskum máli


Listen Later

Tað eru helst ikki nógv støð í heiminum, har til ber at læra føroyskt.
Men á útbúgvingini í norðurlendskum málum og mentanum, "Nordic studies", á lærda háskúlanum Sorbonne í París, hava tey havt eitt skeið í føroyskum. Og fleiri lesandi og lærarar har, hava stóran tokka til føroyskt mál og føroyska mentan:
"Í løtuni er skeiðið í føroyskum tíverri niðurlagt, tí vit mangla lærara. Men áhugin fyri føroyskum máli er stórur, og vit vóna, at vit skjótt fáa ein nýggjan undirvísara", sigur assisterandi professari á útbúgvingini Sarah Harchaoui.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

NónBy Kringvarp Føroya