Hvat lurta føroysk tónlistafólk eftir, tá tey lurta eftir tónleiki? Vit mugu ganga út frá, at tey ikki bara lurta eftir sínum egnum tónleiki.
Tað fáa tit lurtar eitt boð uppá, tá Greta Svabo Bech er samvertur í sendingini.
Greta varð í 2012 tilnevnd til eina Grammy heiðursløn saman við framleiðaranum Deadmau5 fyri sangin "Raise Your Wepon". Tá búði hon í Liverpool, men síðan eru hon flutt aftur til Miðvágs saman við sjeikinum Fred Ruddick, sum er tónleikaframleiðri, og hagani roynir hon at uppbyggj sær eina altjóða tónleikakarrieru.