"Ein totalpakke av skyhøg kvalitet" skrivar Sjur Systad Tyssen í sínum ummæli av nýggju plátuni hjá The War On Drugs á heimasíðuni hjá NRK.
6/6 fær "I Don't Live Here Anymore", og tað hevur verið rættiliga gjøgnumsúrgað, at plátan fær góð ummæli. NME gevur henni eisini 6/6, men Gaffa er meira lunkað, 4/6.
Átta sangir av nýggju plátuni verða spældir í sendingini, men har er eisini pláss fyri nýggjum tónleiki frá Billy Idol, Adele, Glass Animals, Lord Huron og øðrum.