RSP er bæði Føroya best umtókti, men eisni mest umstríddi bólkur.
Teir tríggir, Heini "RonRec" Ronnason á Heygum, Steingrímur "Stoney" Hallson og Bjarki "Popparin" Jónsson, hava yvir summarið spælt á størstu pallunum her á landið á bæði Summarfestivalinum og á G!
Men í summar útgóvu teir eisini nakrar av mest spældu og umrøddu sangunum, eitt nú "Uttanfyri mín hurð", "Ball í bili", "Honky tonk" og ikki mínst "Hygg eftir mær" í skapti nógv øsing.
RonRec, Stoney og Popparin eru gestir í LEITISSTEIN, har farið verður afturum bæði bólkin og sangirnar.